Betri Banki brúkti 10 mió kr í stjórum

Fráfarndi stjórin fekk eyka bonus oman á uppsagnarlønina upp á 4,6 milliónir fyri at siga seg úr starvi

Fráfarndi stjórin fekk eyka bonus oman á uppsagnarlønina upp á 4,6 milliónir fyri at siga seg úr starvi


– og avloysarin fekk 1,73 milliónir fyri at vera stóri í 77 dagar

 

Søgan um skattafrádráttin upp á góðar 90 milliónir krónur hjá Eik Banka (nú Betri Banka), sum bleiv til 0 krónur tá samanum kom, hevði við sær eina stóra eyka útreiðslu hjá bankaum í stjóralønum.

 

Lønarútreiðslurnar vuksu frá góðaum 2,9 milliónir til 10 milliónir. Altso tær meira enn trífaldaðust av tí, at Suni Schwartz Jacobsen legið frá sær sum sjóri.

 

Fyrsti avloysarin, Bjørn Mortensen, var forstjóri frá juli til september í fjør. Hann fekk 1.730.000 krónur fyri ómakin hesar 77 dagarnar, hann var stjóri

 

Síða var nýggjur stjóri í fyrstu syftu Olav Guttesen, sum var stjóri frá oktober. Hann fekk 301.000 krónur í løn teir tríggjar mánaðirnar + 52.000 krónur í pensjón.

 

Næsti stjórin var Jena Djurhuus, sum varð settur forstjóri frá desember. Hann fekk 175.000 krónur í løn tann mánaðin + 32.000 krónur í pensjón.

 

Súni Schwartz Jacobsen, sum var forstjóri fram til hendan dagin 13. juli 2017, fekk 1.392.000 + 210.000 krónur pensjón + 6.104.000 kr í fráfaringarløn.

 

Tilsamans kostaðu stjórarnir í Betri Banka bankanum 10 milliónir krónur. Árið fyri kostaði stjórin bankanum 2.982.000 krónur.

 

Tað løgna er tó, at í stjórasáttmálanum hjá forstjóranum stendur, at forstjórin kann av Betri Banka uppsigast við 24 mánaðar freist og kann sjálvur siga upp við 6 mánaðar freist.

 

Bankin hevur svart upp á hvítt sagt fólki, at Súni Schwarts Jacobsen sjálvur segði seg frá sum stjóri. Hann var ikki uppsagdur. Tað merkir sambært sáttmálanum, at hann »bara« skuldi havt 1.526.000 krónur í fráfaringarløn, sum er seks ferðir mánaðarlønian upp á 255.000 krónur.

 

Men kortini velur bankin at lata honum fýra ferðir hesa upphædd í fráfaringarløn. Greitt verður ikki nærri frá í roknskapinum, hví bankin er so gávumildur, at hann letur stjóranum 4.578.000 krónur oman á sáttmálastaðfestu lønina.

 

Í tíðíndaskrivi, sum Birgir Nielsen, formaður í F/F Betri og Torben Nielsen, formaður í P/F Betri Banka sendu út 13. juli í fjør søgdu teir soleiðis:

 

»Suni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg ur starvi. Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna.«

 

Samstundis takka teir Suna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu árini.

 

– Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vilja ynskja honum alt tað besta framyvir, skriva teir báðir nevndarformenninir eisini.

 

Suni Schwartz Jacobsen ásannar sambært tíðindaskrivinum, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við.

 

Tann »virðiliga loysnin« hevði so tað við sær, at fráfarni bankastjórin fekk eitt eyka bonus frá Betri Banka upp á slakar 4,6 milliónir krónur við sær út gjøgnum dyrnar – oman tað góðu hálvaaðru milliónina, sum hann átti at fáa í uppsagnartíðini sambært sáttmálanum.