Klaksvíkingar ætla sær eisini at drepa grind í Klaksvík í framtíðini. Tað sigur Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík, við Rás2 í dag.
Sýslumaðurin, grindaformenninir, borgarstjórin og formaðurin í havnanevndini í býnum vóru á fundi fyri kortum, og avtalað varð at seta greiðar reglur í verk fyri komandi grindadrápini í Klaksvík.
- Klaksvíkin er væl egnað til at drepa grind, og nú ætla vit at betra um hvalvágina. Vit fara at rudda og leggja sand á fjørðina, so tað verður lættari hjá okkum at taka móti grindini, sigur Karl Johansen.
Avtalan er eisini, at Klaksvíkar Sløkkilið og Vegadeildin steingja økið við fjørðina av, tá grindaboð eru. Tey, sum ætla at luttaka í drápinum, skulu tekna seg hjá grindaformonnunum, og óviðkomandi sleppa ikki oman á økið, har drápið er.
- Tað er til ampa fyri drápið, vísir Karl Johansen á.









