Bestu meistararnir spæla í Fuglafirði

Í B36 verður nógv lagt fyri í royndini at enda metárið við sigri

Tað argar meistararnar í B36, at tað ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku, síðani meistaraheitið varð tryggjað. Fleiri skiftingar hava verið á liðnum, og tað hevur sást aftur í avrikunum saman við at motivatiónin ikki hevur verið tann sama, sum hon var, áðrenn FM heitið var tryggjað.

 

-Vit eru á veg til Fuglafirðar við øllum spælarunum. Odmar Færø er farin av landinum í lestrarørindum, men hann verður við. Vit fáa gullkrónur og steyp, og eingin skal ivast í, at vit fara at gera okkara ítarsta fyri at vinna, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Venjarin sigur einki um uppstilling, men tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at Tórður Thomsen verður millum B36 stólparnar í Fuglafirði, og at Hans Pauli Samuelsen, sum hevur sitið á beinkinum frá dystarbyrjan seinastu ferðirnar, verður framrættaður í vinstru.

Jákup á Borg er tøkur aftur, eftir at hann tvær tær seinastu vikurnar hevur verið plágaður av sjúku. Tað er ivasamt, um Høgni Eysturoy er førur fyri at spæla. Hørður Askham er langtíðar skaddur.

 

Hjá ÍF er mannfallið stórt: Miðverjarnir Poul Nolsøe Mikkelsen og John Daniel Guðjónsson eru burturstaddir, og Ari Ó. Ellingsgaard, Tóri Traðará og Hallgrím Gregersen eru ivasamir orsaka av skaðum. 

Fuglfirðingar eru vónbrotnir eftir ferðina til Vágs, tá ið 2-0 leiðsla varð vend til 5-2 tap.

-Tað hevði verið hugaligt at enda eitt kiksað kappingarár við undirhaldandi avriki ímóti meistarunum. Vit vunnu 3-1 ímóti teimum á heimavølli í 7. umfari, og vit ætla okkum stig ímóti teimum í dag, sigur Dánjal á Lakjuni, sum var ein av málskjúttunum 19. apríl, tá ið B36 fór úr Fuglafirði við ongum.

Fuglfirðingar eru væl nøgdir við venjaran, men Jákup Mikkelsen hevur ikki pappírini at vera venjari í bestu deildini, so seinnapartin fer hann fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum – at hava ábyrgdina av ÍF liðnum.

Eyðun Klakstein verður eisini næsta ár venjari hjá meistarunum í B36. Sunnudagin fer Odmar Færø av landinum, og hann verður aftur í B36 einaferð í mai næsta ár. Tað er møguleiki fyri, at Eli Falkvard Nielsen fer av landinum.

Tað hevur ljóðað, at Hans Pauli Samuelsen og Tórður Thomsen eru á veg úr B36. Hetta er ikki váttað. Eftir at tað varð greitt, at Tórður ikki fer til KÍ, kann tað væl vera, at hann heldur fram í B36. Hvussu tað verður við Philip Lund er ikki greitt enn.