Bestu atletar innan frælsan ítrótt í heiminum

Frælsur ítróttur

Innan frælsan ítrótt eru nógvar ymiskar greinar, men fyri at kunna samanbera ymsu avrikini hevur altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt (IAAF) gjørt eina stiga-skipan, sum kann nýtast til at finna tann, sum óalment er tann besti/a innan frælsan ítrótt. Her verða givin stig eftir, hvussu gott úrslitið er, hvat nummar man blívur og, hvat slag av kapping úrslitið er fingið í. T.d. gevur eitt fyrsta pláss á olympisku leikunum 300 stig eyka (vanliga ca 20%). Tað eru fimm tey bestu úrslitini gjøgnum undanfarnu 365 dagar sum telja.

Hjá monnunum hevur Bekele úr Ethiopia, ið rennur 5.000 og 10.000 m, verið fremstur nú í 68 vikur, men her er væntandi at Powell úr Jamaica, ið rennur 100 m og 200 m, ferð fram við ,næstu ferð listin verður almannakunngjørdur. Besti norðurlendingur er Christian Olson úr Svøríki á fjórða plássi. Hann leypur trístøkk, og hann er í løtuni olympiskur meistari, heimsmeistari uttandura og europeiskur meistari bæði innan- og uttandura. Hann hevur verið best í heiminum í trístøkk í 116 vikur. Longst á toppinum í einari grein hjá monnum hevur Felix Sanches úr Mexico verið. Hann hevur verið nummar eitt í 198 vikur á 400 m forðarenning.

Hjá kvinnunum Yelena Isinbayeva úr Russlandi, ið loypur stangarlop, nummar eitt frammanfyri sviðjan Carolinu Kluft, ið luttekur í sjeykampi. Kluft hevur verið best í sjeykampi í heiminum í 142 vikur higartil, og tað sær ikki út til at nakar nærkast henni. Tó er langt upp til tær 231 vikurnar, sum Maria Mutola úr Mozambique hevur verið best á 800 m. Mutola hevur sostatt verið best síðan 1 januar 2001.