Besti sangari: Brandur Karlson Jacobsen

Í fjør kom ein sangari afturíaftur, sum tað ikki hevði verið so nógv at hoyrt í fleiri ár.

30 ára gamli runavíkingurin Brandur Karlson Jacobsen plagdi at verða virkin í føroyskum tónleiki, og hann var millum annað við í rokkbólkinum Ikaros, sum spældi eitt skifti í 90'unum. Men í fleiri ár hevur hann ikki framført nakað serligt alment, og tað var tí talan um eitt lítið comeback, tá ið hann var við í singer/songwriter kappingini. Har gekk tað so væl, at Brandur gjørdist tryggur vinnari av kappingini. Sosialurin skrivaði, at Brandur var í einum flokki fyri seg í finaluni. Brandur skrivar sjálvur sangir, og tónleikurin hjá honum er fólkakendur popptónleikur.
 
Atkvøða: Send »pla bs 1« til 1441