Við Kia Ceed satsa koreanararnir alt fyri at sláa ígjøgnum á evropeiska marknaðinum. Bilurin er gjørdur í Evropa og skal kappast við evropeisku og japonsku bilarnar. Ceed hevur 7ára garanti
Fyri rættuliga at gera vart við seg á evropeiska marknaðin hava koreanarar gjørt eina av heimsins mest framkomnu bilverksmiðjum í Slovakia, og er Kia Ceed fyrsti bilur, sum kemur av hesi verksmiðju.
Tað vísir seg soleiðis, at hvørja ferð koreanararnir koma við einum nýggjum bili, er hetta við risalopum, sum t.d. nú Kia Ceed avloysir forgangaran Kia Cerato, kunnu hesir bilar als ikki samanberast. Ceed er í somu stødd sum t.d. Toyota Corolla og VW Golf. Hann er rúmligur, bæði framman og aftan við góðum beinplássi. Viðførisrúmið er 340 litrar og við baksetrunum løgd niður verða 1.300 litrar at ráða yvir. Kvaliteturin merkist
Bilurin fær sera góð skotsmál frá evropeiskum motorjournalistum, sum ikki ivast í at Kia við hesum bilinum hava góð kort á hondum í hørðu kappingini um evropeisku kundarnar. Teir halda, at Kia við hesum nýggja bilinum kunnu taka kappingina upp við ein hvønn av evropeisku og japonsku kappingarneytunum.
Koreanararnir satsa eisini alt upp á hendan bilin, og vænta at hann kemur at ”sláa igjøgnum” sum mest seldi Kia nakrantíð. Tað at teir tora at geva bilinum 7 ára garanti (150.000 km) sigur ikki so lítið.
Kvaliteturin merkist allan vegin ígjøgnum, bæði innan og uttan. Alt er so gjøgnumført og væl gjørt. Bara tað at lata hurðar og lúkur upp og aftur sigur nakað um kvalitetin.
Kia Ceed fáast við fýra ymiskum motorum, trimum bensin og einum diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,4 litur við 109 hk, 1,6 litur við 122 hk, og 2,0 litur við 143 hk, og dieselútgávan er ein 1,6 litur við 115 hk.
Bilurin hevur allar tær innbygdu trygdarskipanir, ið eru í øllum nútimans bilum, sum t.d. 6 airbag, ABS og ESP sum standard. Koyrieginleikarnir eru sum á einum hvørjum evropeiskum og japonskum bili í sama klassa. Kia Ceed kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísirnir byrja við kr. 186.800 fyri ein 1,4 litur bensin við 109 hk. Dieselútgávan við 115 hk byrjar við 226.800.