Fyri tey, ið dáma at syngja og duga at syngja er nú møguleiki at sleppa at kappast við onnur, ið eru í sama báti. Glitnir er frammanundan hvørt fríggjakvøld Karaokebarr. Nú fer Glitnir eitt stig víðari. Í samstarvið við Atlantic Airways og Føroya Bjór verður leita eftir besta føroyska Karaokesangaranum.
Kappast verður í fýra undanumførum. Byrjað verður hóskvøldið 9.november og hildið verður fram hóskvøldini 16., 23. og 30. november. Sjálv finalan verður fríggjakvøldið 1. desember.
Úr Glitnir verður sagt, at tey hava nógvar sangir ið eru til allar aldursbólkar í karaokeskipanini og at karmarnir eru góðir við ljóð og stórskíggja.
Vinnarin vinnur eina vikuskiftisferð fyri 2 til Keypmannahavnar, við í vinninginum er jólaborðhald á kendu barrini Rose McGees, umframt upplivingar í danska høvuðsstaðnum.
Tekning fer fram við at venda sær til Glitnir á 32 13 45 ella 28 13 45 ella við at støkka inn á gólvið í Glitni. Luttøkan er avmarkað, so tað er ikki at ríða sjóvarfallið av sær, men tekni tykkum so skjótt sum gjørligt. Aldursmarkið fyri luttøku er 18 ár.