Besti flokkurin størstur

Besti flokkurin gjørdist størsti flokkur í býráðnum í Reykjavík, tá íslendingar mannaðu kommunustýrini av nýggjum í gjár.

Besti flokkurinn fekk seks býráðslimir í høvuðsstaðarkommununi, Sjálfstæðisflokkurin fekk fimm, Samfylkingin tríggjar og Vinstri grøn fingu ein býráðslim.

Í prosentum fekk Besti flokkurinn 34,7 prosent, Sjálfstæðisflokkurin 33,6, Samfylkingin 19,1 og Vinstri grøn 7,1 prosent. Framsóknarflokkurin fekk 2,7 prosent og misti sín býráslim.

Á Akureyri hendi tað søguliga, at Listi fólksins fekk seks býráðslimir og harvið meiriluta í býráðnum.

Í fleiri kommunum var stór útskifting. Soleiðis var eitt nú á Akureyri, har átta av teimum ellivu býráðslimunum eru nývaldir.