Føroyskur liðfótbóltur hevur í hesi vikuni av álvara sett dám á í europeisku kappingunum.
Í gjárkvøldið avrikaði KÍ væl betur, enn nakar hevði roknað við, tá ið tað endaði við 3-1 heimasigri ímóti Bodø/Glimt, norska meistaraliðnum sum er millum tey bestu í Norðurlondum. Úrslitið rakk akkurát ikki til víðari luttøku í Champions League, tí heilt illa kroysta Bodø/Glimt vann seg eftir 3-0 sigur á heimavølli víðari í kappingini við samantaldum 4-3 sigri.
KÍ heldur fram í Europa Conference League kappingini. Í næstu viku skal KÍ spæla í Montenegro.
Í dag hava trý føroytsk feløg verið í europeiska eldinum. Víkingur vann seinnapartin 2-1 suðuri í Gibraltar. Samantaldi sigurin hjá er 3-1 hjá Víkingi, sum heldur fram í kappingini.
Í kvøld vóru tey bæði stóru feløgini í Gundadali í europeiska eldinum. Bæði hjá B36 og HB var tað neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping.
B36 vann í kvøld 3-1 í Gundadali ímóti FK Borac úr Bosnia Hersegovina, sum fyri einari viku síðani vann 2-0 á heimavølli. Einki mál varð skorað í longdu leiktíðini, tá ið B36 var illa kroyst. So var neyðugt við brotssparkskapping, sum B36 vann og fyri áttandu ferð hevur B36 megnað at spæla seg víðari í Europa.
HB mistia á stokkinum og harvið er altjóða luttøkan hjá HB av á hesum sinni. HB vann fyri viku síðani 1-0 á heimavølli ímóti walisiska Newtown AFC. Í kvøld endaði tað í Wales við 2-1 heimasigri. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá ið einki mál varð skorað, so var neyðugt við brotssparkskapping, sum heimaliðið vann.
KÍ fer mikudagin at spæla á útivølli ímóti Sutjeska úr Montenegro, og mikudagin 27. juli klokkan 19 verður ólavsøkuhýrur í Klaksvík, tá ið Sutjeska verður gestur í Klaksvík.
Um eina løtu verður greitt, hvørjum Víkingur og B36 skulu spæla ímóti í næstu viku.