Tað snýr seg ofta um, hvat vit vilja síggja í eyguni, og hvat vit ikki vilja síggja í eyguni.
Tá ein barnapsykolokur herfyri sat og evlaði í danska útvarpinum um, at ADHD ikki finst, og at foreldrini “bara” skulu taka seg saman, er tað í mínum eygum eitt gott dømi um, at hann letur eyguni aftur.
Ikki tí - viðhvørt kann tað vera ein fyrimunur at siga: Hatta sá eg bara ikki! Til dømis tá tú av óvart kemur til at síggja grannan, sum tú kennir væl, danska í stovuni í leopardundirbuksum. Hesum er tað heilt einfalt ikki rúm fyri innaní: einum leopardundirbuksadansandi granna við ølvomb.
Tó er tað 100 prosent vist, at tað poppar upp aftur, tá tú minst væntar tað. Knappliga, meðan døgurðin stendur á borðinum, sært tú grannan koma dansandi omaná fleskasteikini. Tí noyðist tú at siga tað hart, fyri at fáa myndina at hvørva.
Tað kann vera eitt praktiskt “løtu-plástur” at tiga og at skúgva nakað til viks. Tað skapar ónøgd og strongd, tá vit ganga og brenna inni við onkrum yvir eitt langt tíðarskeið.
Tað er ongin varandi loysn at feiða nakað undir gólvteppið - og tað er eisini avmarkað, hvussu nógv gólvteppir passað inn í eini hús.
Ósøgd og søgd orð liggja í luftini sum ein dýna. Ofta hava fólk vant seg við tøgnina og at gera tingini á ein ávísan hátt, so ringt er at síggja, hvussu tey kunnu gerast á ein annan hátt.
Hvør kennir ikki hetta við at vilja siga eitt lítið ting við onkran, men so veksur tað bara innan í sum ein hømilia uppá steroidir? Tá tað so endiliga er sagt, fyllir tað einki longur. Og man freistast til at hugsa, at tað einki hevði uppá seg, men tað HEVÐI tað. Áðrenn tað bleiv sagt.
Við at siga tað vit hugsa, bjóða vit øðrum menniskjum innum. Og tá alt kemur til alt, so er tað moðið ikki at fáa gestir.
Soooooo, best er at siga!