Berti Vogts fær ikki sekkin hesa ferð

Skotska fótbóltssambandið veitir venjaranum og hjálparvenjaranum fullan stuðul, men skotsku fjølmiðlarnir síggja útsøgnina um stuðul sum tekin um, at venjarin skjótt fer at fáa sekkin

SKOTLAND

Berti Vogts var sera einsamallur í Føroyum. Høggini frá skotsku pressuni vóru nógv og tung, og tað var eyðsýnt, at flokkurin av tíðindamonnum tevjaði blóð. Teir hildu lítið um venjaran, og teir høvdu avgjørt einki ímóti, at Berti Vogts skjótt varð fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Skotlandi.
Tá skotska ferðalagið aftur hevði fingið fast undir føturnar í Glasgow, boðaði skotska fótbóltssambandið, SFA, frá, at teir hava treytaleyst álit á venjaranum:
? Skotskur liðfótbóltur og landsliðið eru í altjóða aldudali. Um ein mánað er dystur í Íslandi á skránni. Vit rokna við, at úrslitið í tí dystinum verður rættuliga avgerandi fyri, um tað fer at eydnast okkum at vinna næstfremsta plássið í bólkinum og harvið framvegis at hava møguleikan at røkka endaspælinum í Portugal. Síðani verður landsliðssteðgur í seks mánaðir. Tann steðgurin fer at koma væl við, tí tá verður møguleiki fyri hjá venjaranum at arbeiða meiri við at samanspæla liðið.
Soleiðis segði aðalskrivarin í SFA, David Taylor. Hann hevur við starvsfólkasetanir og harvið landsliðsvenjararnar at gera, og hann hevði meiri í posanum:
? At tað er vón fyri framman verður undirstrikað av góðu úrslitunum, sum U?21 landsliðið hevur fingið seinastu tíðina. Vit rokna við, at Berti Vogts fer at gera nýtslu av uppaftur fleiri av hesum framtíðar spælarunum.
U?21 landsliðið fekk fríggjakvøldið 1?1 ímóti Norðurírlandi. Á liðnum hjá Berti Vogts, sum var í Føroyum, vóru fimm spælarar, sum hava aldur at spæla á U?21 landsliðnum.
Venjari hjá U?21 landsliðnum er Rainer Bonhof. Hann og Berti Vogts hava arbeitt nógv saman. Í síni tíð vóru teir liðfelagar hjá Allani Simonsen í Borrussie Mönchengladbach, og teir vóru báðir á liðnum, sum í 1974 á heimavølli vann HM finaluna 2?1 ímóti Hollandi.
Tá Berti Vogts var týskur landsliðsvenjari, var Bonhof hjálparvenjari. Teir fingu báðir starv í Skotlandi í senn, og um tað stendur til SFA, so fara teir at halda fram í størvunum alt sáttmálaskeiðið.

Sekkurin lúrir
Men skotsku fjølmiðlarnir halda lítið um tað, sum aðalskrivarin í skotska fótbóltssambandinum sunnudagin kendi seg noyddan at boða frá.
Í skotsku miðlunum verður sagt, at tá tú fert at undirstrika, at samstarvið gongur væl, so er tað ábending um, at tað skal lítið til afturat, áðrenn endabrestin. Skotsku fjølmiðlarnir siga seg rokna við, at Vogts fer at fáa sekkin, um Skotland ikki fer at fáa eitt líkinda úrslit í Reykjavík.
Á BBC heimasíðuni sláa teir kalt vatn í blóðið. Eyðmýkingin er ikki fullkomin enn. Eftir javnleikin í Føroyum fer Skotland at tapa í Íslandi. Skotland eigur ikki spælararnar at vera við í europeiska toppinum. Og tað verður ikki frægari, um Berti Vogts fer at fáa sekkin. Trupulleikin er, at tað eru og nógvir útlendingar á bestu liðunum í Skotlandi. Tí sleppa ov fáir skotar framat at fáa royndirnar, sum eru neyðugar, um landsliðið skal standa seg, er sjónarmiðið hjá meiri sinniligu skotsku pressumonnunum.