Bert tvey stig á muni

Manchester United vann í kvøld 1-0 móti Wigan á Old Trafford.

Einsamalla málið í dystinum skoraði Wayne Rooney longu í fyrsta minuttinum, og eftir hetta legði heimaliðið størsta dentin á sterka verjupartin, sum nú ikki hevur latið mál inn í níggju Premier League dystum á rað. Og sum nú bert eru tvey stig aftan fyri Liverpool, sum enntá hevur spælt ein dyst meira.

Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Manchester United, at Wayne Rooney seinni noyddist av vøllinum við skaða. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligan skaða talan er um.