Bert telefonin tikin á ólavsøku

So nógv hevur verið at gjørt á Politistøðini í sambandi við ólavsøkuna, at nærum alt annað arbeiði hevur ligið á láni

Á Politigarðinum í Havn hava tey næstan ikki havt yvirskot til annað enn at taka sær av fullum fólki og at taka telefonina um ólavsøkuna.

­ Her hevur kimað uttan íhald allan samlan dagin, og oftast eru tað fólk, ið venda sær til okkara um fullar persónar, sigur Peter Poulsen, støðleiðari.

Frá hóskvøldinum til sunnudagin hevur nærum einki verið gjørt av øðrum uppgávum.

­ Vit eru so nógv upptiknir av tí, tey fullu fólkini skapa, at tað er torført at røkka longur, sigur støðleiðarin.


Væl vitjað

Frá hóskvøldinum og til seinnapartin sunnudagin hevði politistøðin havt 26 liggjandi gestir. Hetta eru tveir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Og talan er um væl bíligari gisting enn hotellini bjóða.

­ Hevur persónurin einki skeivt gjørt, men einans hevur drukkið ov nógv, so taka vit ikki pening frá honum, sigur Peter Poulsen.

Og nakrir gestir fáa betri sømdir enn aðrir. Tað kemur nevniliga meir enn so fyri, at konufólk koma á vitjan, og tey fáa einkult kamar. Koma fleiri í senn, so mugu eisini konufólkini sova fleiri í einum kliva.


Breyt tenn

Sambært støðleiðaranum so hava eini fimm bilar fingið speglini rivin av á ólavsøku. Harðskapur hevur eisini verið, og ein persónur fekk so dyggan frammaná, at tvær tenn brotnaðu.

Eingin bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring á ólavsøku, men politistøðin fekk nakrar fráboðanir.

­ Vit vóru úti og steðgaðu onkrum, sum ætlaði sær at koyra, men tað spældi væl av, sigur Peter Poulsen.