Dánjal Højgaard
Lógin er greið. Men stovnurin, ið hevur eftirlit við lógini hevur ikki manningina, ið skal tryggja, at lógin verður fylgd.
Eitt yvirlit frá heilsufrøðiligu Starvsstovu vísir, at bert tíggjunda hvør fyritøka í Føroyum hevur umhvørvisgóðkenning.
Hetta stendur at lesa í eini frágreiðing, sum Heilsufrøðiliga Starvsstova sendi landsstýrinum í november 1997. Í frágreiðingini heitir Starvsstovan á politikararnar um at fáa skil á viðurskiftnum.
Støðan er tíverri ikki broytt til tað betra síðani 1997, sigur leiðarin á umhvørvisdeildini á Heilsfrøðiligu Starvsstovu við Sosialin.
-Tað koma alla tíðina nýggj virki afturat, og støðan er ikki batnað síðani 1997, sigur Jákup Pauli Joensen.
Nærum 300 uttan góðkenning
Sambært yvirlitinum frá 1997 skulu 325 fyritøkur í landinum lúka lógarkravið um umhvørvisgóðkenning. Men einans 10 prosent av hesum fyritøkum - t.v.s. nakrar og 30 fyritøkur - hildu lógina.
Orsøkin er hon, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur manning, at tryggja at lógin verður fylgd.
Í frágreiðingini, sum send varð landsstýrinum kærir Starvsstovan sína neyð.
"Sum støðan er, verða virki tikin í nýtslu (...) uttan at góðkenning er fingin og í fleiri førum uttan at umsókn er latin Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sama er galdandi fyri góðkenning av broytingum/ábótum á virkjum. Manningartrotið hevur gjørt, at einki hevur verið gjørt við hesi brot á lógina. Verður ikki rættað upp uppá hetta, verður støðið tikið undan fyrisitingini av hesum parti av lógini" stendur í frágreiðingini.
Leiðarin á umhvørvisdeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu sigur, vandi er fyri at øll virðing fyri umhvørvisverdarlógini hvørvur.
-Virðingin fyri lógini verður undirgrivin. Tað verður trupult at fáa fólk at halda aðrar partar av lógini, tá ein so grundleggjandi partur av lógini ikki verður hildin, sigur hann.
Fleiri fólk
Av tí, at arbeiðsorkan er so avmarkað hevur Starvsstovan valt, at raðfest ávisar vinnugreinar framum aðrar, tá tað ræður um umhvørvisgóðkenningar. Og seinastu árini hevur stovnurin dúvað uppá alivinnuna.
Prísurin er, at fyritøkurnar ikki hava verið javnsettar mótvegis lógini. Og tað er óheppi, viðgongur Jákup Pauli Joensen.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í greiðu orðum - og fleiri ferðir - heitt á landsins myndugleikar, um at bera so í bandi, at lógin verður hildin.
Men higartil hevur stovnurin talað fyri deyvum oyrum.
"Tørvur er á størri arbeiðsorku, um uppgávurnar sambært umhvørvisverdarlógini skulu røkjast" staðfestir Heilusfrøðiliga Starvsstovan í frágreiðing síni frá 1997.
Starvsstovan hevur mælt til, at fleiri fólk verða sett í starv. Sum er bert eitt fólk í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum tekur sær av at umhvørvisgóðkenna fyritøkur.
Sum eina loysn hevur eisini verið skotið upp at áseta brúkaragjøld, sum gjørt er í øðrum londum. Hetta merkir, at tey sum skulu hava umhvørvisgóðkenningar sjálvi eru við til at fíggja útreiðslurnar av hesum.
Brúkaragjøld á umhvørvisøkinum krevja eina lógarbroyting.
Havsbrún í Fuglafirði er eitt av virkjunum, sum hevur verið í kikaranum í sambandi við umhvørvisgóðkenningar.