Tað er bara helvtin av teimum føroyingum, sum leiga bústaðir út á Airbnb, geva inntøkuna upp í skatti. Tað er niðurstøðan av eini kanning hjá Taks.
Tað sigur í eini kunning í morgun, at talið á føroyskum bústøðum á Airbnb er støðugt vaksið seinastu árini og í roynd og veru er tað tvífaldað hvørt á síðani 2015. Á nýggjárinum vóru 551 bústaðir í Føroyum á Airbnb, og tað eru 430 persónar og feløg, sum eiga hesar bústaðir. Samstundis vísa kanningar hjá Taks, at tað er bara helvtin av teimum, sum geva inntøkuna upp í skatti.
Higartil hevur Taks ikki fingið upplýsingar um leigumál beinleiðis frá Airbnb. Summi lond hava avtalu við Airbnb um at kunna skattamyndugleikarnar um leigumál, men slíka avtalu hava vit ikki í Føroyum og tí mugu eftirlitsfólkini hjá Taks sjálvi leita allar upplýsingarnar fram og tað er tíðarkrevjandi arbeiði, sigur Taks.
Tey siga, at tey nú fara undir eitt arbeiði í eini roynd at faa pengarnar inn. Men tey siga, at tað verður við góðum, í hvussu so er í fyrstu atløgu og tískil hava øll, sum leiga bústað á Airbnb nú fingið eina sjálvuppgávu av fylla út, hat tey fáa høvi til at geva inntøkuna upp.