Bert eitt mál á muni í hálvfinaluni

Hálvfinalan í Challenge Trophy kappingini, ið verður hildin í hitanum niðuri á Kypros er í gongd í skrivandi stund, og í løtuni er hálvleikur. Støðan er tann, at Bosnia føra við 12 málum, móti teimum 11 hjá Føroyum.

 

Jákup Mørk er við í ferðalagnum á Kypros, og haðani hoyrist, at føroysku venjararnar hava lagt dentin á at skifta alt oftari út, enn áður er gjørt í kappingini, og at genturnar vísa størri dirvi og áræði í teirra spæli. - Tær kempa fyri sakini, sigur Jákup, ið er ítróttarskrivari á Sosialinum.

 

Fyrr í kappingini hava føroysku genturnar, onkursvegna ikki levera rætta og neyðuga innsatsin, men á Jákupi hoyrist, at hetta er broytt í dag.Vinna genturnar í dag, skulu tær møta vinnaranum av hinari hálvfinaluni, ið er millum Ongland og Finnland.

 

Meira fæst at vita um gongdina á Kypros, seinni í dag.