Størsti vandin í krepputíðum er fólkafráflyting og arbeiðsloysið. Politiska skipanin hevur ábyrgd av, at samfelagið ikki skal missa sína dýrabarastu ogn fólkið, sum býr her. Svartskygni skal vendast til bjartskygni, tá kreppa rakar. Sitandi samgonga hevur kortini sett eitt deprimerandi heimsmet heimsmet í ábyrgdarloysi.
Tað var millum hvøssorðaðu atfinningarnar, sum Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, førdi fram í sínari formansrøðu á landsstevnuni hjá flokkinum í dag.
- Vit hava bara samfelagið til láns. Tað er okkara skylda, at komandi ættarlið arvar eitt eins gott samfelag, sum okkum var latið. Tað er ikki kósin í dag, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Aksel V. Johannesen gav førda politikkinum hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum av grovfíluni.
- Ein, sum hevur eina árliga inntøku á eina millión krónur, fær 7.000 krónur í skattalætta um mánaðin. Ein, sum hevur eina árliga inntøku á 200.000 krónur fær 100 krónur í skattalætta um mánaðin, segði Aksel V. Johannesen og helt fram:
- Eftir nakrar krákumánaðir hevur samgongan framt óbótaligan skaða á okkara vælferðarsamfelag. Gamla skattaskipanin trongdi til ábøtur, men at seta eina flatskattaskipan í verk er púra skeivt. At skattalættin verður fíggjaður við at skatta inngjaldið av pensjónum, sum hevur givið okkum upp í leypar av ósvaraðum spurningum, skapar alt annað enn álit á politisku skipanina. Serfrøðingar hava kropp av kroppi staðfest, at hetta er ikki ein verulig fígging, men eitt álvarsligt rán frá komandi ættarliðum, segði hann.
Leisturin, at geva skattalætta til hægstu inntøkurnar, er royndur áður. Maragaret Thatcher, bretskur forsætisráðharri frá 1979 til 1990, og Ronald Reagan, amerikansur forseti frá 1981 til 1989, royndu eisini hesa skipania í vónini um, at nýtslan hjá teimum múgvandi skuldi seyra niður á samfelagið.
Aksel V. Johannesen heldur, at hetta eru bestu dømini um, at hesin leisturin riggar ikki. Samgongan átti at lært av Thatcher og Reagan.
- Søgan hevur víst, at eingin dropi rakti deknin. Tey fingu eitt stættarsamfelag við metstórum ójavna, vaksandi arbeiðsloysi, og búskapurin viknaði, meðan norðurlendsku vælferðarsamfeløgini høvdu sterkasta búskapin í heiminum, segði Aksel V. Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur ikki, at játtanarkarmarnir, sum samgongan samtykti í vikuni, eru á rættari kós. Har eru ongar visjónir, men bara tilvildarliga sparingar.
- Samgongan roynir at billa fólki inn, at skerjingarnar eru alneyðugar. Tað byggir á eina fatan, at vit fáa framhaldandi eitt varandi stórt hall, um vit ikki spara inn á bein. Tað er ikki støðan. Tað fara altíð at vera stór sveiggj í búskaparkonjukturinum. Tað hevur verið lágkonjukturur seinastu árini. Sparitiltøkini, og niðurlagingin av okkara vælferðarsamfelag, hevur tí lítið við veruleikan at gera, segði Aksel V. Johannesen og legði afturat:
- Politiska skipanin skal umboða allar føroyingar. Tað er ein skylda, at vit taka samfelagslig atlit í øllum avgerðum til frama fyri øll fólkini, sum búgva her. Ikki bara fyri nøkur útvald fólk. Vit kunnu ikki vera nakran samfelagsbólk fyriuttan. Venda vit ikki fólkafráflytingini verða tað færri at brúka pengar. Handlar mugu snara lyklinum, tí tað eru ov fáir kundar. Tað ber uppsagnir við sær, tí eftirspurningurin er ov lítið. Barnagarðar mugu lata aftur, tí børnini verða færri. Fólk missa arbeiða og hava ikki aðrar møguleikar enn at flyta av landinum. Henda gongdin skal vendast. Vit hava brúk fyri einari nýggjari samgongu, segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, í sínari formansrøðu.