Berlusconi skal í rættin í sexmáli

Í italska býnum Milano hevur ein dómari gjørt av, at Silvio Berluscobni, forsætisráðharri, skal møta í rættinum í einum máli, har hann er ákærdur fyri at hava havt kynsliga samveru við einari 17 ára gamlari gentu og fyri at hava brúkt sítt embæti til at forða fyri, at málið skuldi koma fram seinni.

Verjarnir hjá forsætisráðharranum siga, at teir høvdu væntað, at dómarin fór at taka hesa avgerðina.

Sambært ákæruvaldinum hevði Berlusconi kynsliga samveru við einari 17 ára gamlari gentu úr Marokko aftur fyri pengar, og tað er ólógligt eftir italskari lóg. Harafturat sigur ákæruvaldið, at forsætisráðharrin legði trýst á løgregluna fyri at fáa gentuna úr varðhaldinum, tá hon bleiv tikin fyri stuldur.

Berlusconi hevur avsannað, at hann hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli. Hann sigur, at hann hevur ongantíð goldið pengar fyri kynsliga samveru, og at málið er politiskt.

Fyrsti rættarfundurin er settur til 6. apríl.