Berlusconi selur AC Milan

Dagarnir hjá fyrrverandi italska forsætisráðharranum í AC Milan eru taldir.

Seinastu 30 árini hevur Silvio Berlusconi, ið er fyrrverandi italskur forsætisráðharri, verið eigari av stóra, italska fótbóltsfelagnum úr Milano, AC Milan. Hesir dagar og ár eru tó tald, tí at í dag kunnger Fininvest, sum er ein fyritøka hjá Berlusconi, at kinesiskir íleggjarar hava keypt felagið frá Berlusconi.

 

Prísurin at keypa AC Milan verður mettur at liggja um 3,4 milliardir. Kinesisku íleggjararnir skulu gjalda umleið 800 milliónir, tá ið keypið av felagnum fer ígjøgnum, og síðani skulu 2,6 milliardir gjaldast yvir tey komandi trý árini. 

 

Annars kunnger Fininvest, at virðið á AC Milan liggur um 5,5 milliardir. Tó hevur felagið eisini eina skuld upp á heili 1,6 milliardir krónur.

 

Silvio Berlusconi sjálvur grundgevur fyri søluni, at hann ikki hevur neyðugu heilsuna longur at reka eitt slíkt fótbóltsfelag. Hann er blivin heili 79 ár nú.

 

- Eg vil geva Milan víðari til nakrar eigarar, ið kunnu gera felagið til eitt fótbóltsligt stórveldi aftur. Ikki bara í Italia, men í heimshøpi, segði Berlusconi í juli, tá ið nakrir italskir tíðindamenn fingu orðið á hann uttanfyri einum sjúkrahúsi í Italia, har hann hevði fingið viðgerð fyri hjartatrupulleikar.

 

- Eg havi verið í felagnum í 30 ár, og út av hesum árum hava 26 verið góð. Seinastu fýra árini hava eg ikki kunnað gjørt tað, ið eg hevði ætlanir um, sigur Silvio Berlusconi við gazettaworld.com.

 

Kinesiska samtakið, ið keypir AC Milan, yvirtekur 99% av partabrøvunum í felagnum. Væntandi hava kinesisku íleggjararnir yvirtikið felagið um árslok.