Bergur og Bjørg í Tórshavnar býráð

Á býráðsfundinum í Havn í kvøld hendir tað óvanliga, at tvey fólk, sum standa sum nummar 11 og nummar 12 á listanum hjá Javnaðarflokkinum taka sæti.

Á býráðsfundinum í Havn í kvøld hendir tað óvanliga, at tvey fólk, sum standa sum nummar 11 og nummar 12 á listanum hjá Javnaðarflokkinum taka sæti.

 

Orsøkin er tann, at Sigrún Mohr og Elin Lindenskov á javnaðarlistanum eru uttanlands í arbeiðsørindum fyri kommununa. Tær hava tí biðið sær farloyvi.

 

Næstur á listanum er Levi Mørk. Men av tí, at hann er fluttur úr Tórshavnar kommunu, kann hann ikki taka sæti í býráðnum. Rúni Djurhuss og Maria Hammer Olsen, sum eru næst á listanum, eru bururstødd, og tí eru boð eftir Bjørg Dam og Bergi Arnbjarnarson Dalsgarð, sum eru nummar 11 og nummar tólv á lsitanum. Tey fingu ávikavist 97 og 87 atkvøður.

 

 

Javnaðarflokkurin var nógv størstur á seinasta býráðsvali í Havn og fekk meirlutan einsamallur. Atkvøðubýtið á listanum hjá Javnaðarflokkinum á valinum sá soleiðis út:

 

 LISTIN38
HEÐIN MORTENSEN2.637
BJØRGHILD DJURHUUS281
HELENA DAM Á NEYSTABØ200
SIGRÚN AMALIA MOHR181
ELIN LINDENSKOV178
TRÓNDUR SIGURDSON177
HALLA SAMUELSEN170
LEVI MØRK164
RÚNI DJURHUUS130
10  MARIA HAMMER OLSEN97
11  BJØRG DAM97
12  BERGUR ARNBJARNASONUR DALSGARÐ87
13  BERGUR ROBERT DAM JENSEN54
14  HERI ÓLASON DAM51
15  INGRID SELMUDÓTTIR HENRIKSEN41
16  HILMAR JOENSEN16
  4.599

Býtið millum flokkarnar sá soleiðis út:

 

FlokkurATKVØÐUR%VALD
Javnaðarflokkurin4.59941,30%7
Tjóðveldi2.50622,51%3
Fólkaflokkurin1.75615,77%2
Sambandsflokkurin1.13010,15%1
Framsókn6495,83%0
Miðflokkurin2872,58%0
Sjálvstýrisflokkurin2081,87%0