Bergur móti sínum fyrrverandi

Venjarin hjá EB/Streymi tykist ikki nervaður av, at hann nú skal royna seg móti fyrrverandi felag sínum


 

EB/Streymur-B36:


upptakt


Tað verður ein stór uppgáva, tá EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár hevur heimadyst í landskappingini. B36 er av mongum mett sum heitur FM-kanditatur, men hetta tykist tó ikki at nerva venjaran hjá samansetta liðnum.

- Sjálvandi er tað ein stór uppgáva, men tað haldi eg allar dystirnar hjá okkum vera, so vit mugu bara gera okkara besta, sigur Bergur Magnussen.


Bondini nerva ikki

Sum spælari átti Bergur annars sínar bestu løtur hjá B36, har hann í nøkur ár var vandamesti álopsleikari í landinum, men heldur ikki hetta tykist at taka beinini undan honum.

- Tað er somikið langt síðani, at tað so als ikki nakað, sum eg hugsi um. Eg haldi, at av tí liðnum, er tað bara Jens Kristian, sum framvegis spælir fótbólt.

Annars sigur Bergur, at tá sæð verður burtur frá leikbannaða Anghel Sorin, eru allir mans tøkir til dystin. Jákup Martin Joensen lesur í Danmark, og var ikki við seinast, men tey vóna, at hann fær komið heim til dystin fríggjadagin.


Skal vinnast

Í B36 eru at kalla allir mans tøkir til dystin fríggjadagin. Onkrir smáskaðar hava verið seinastu tíðina, men hesa vikuna hava allir mans verið til venjing.

John Petersen, liðskipari hjá B36, roknar við, at bæði Kenneth Jacobsen og Magni á Lakjuni vera førir fyri at spæla, meðan tað kanska er meira ivasamt við Ronnie Samulsen, sum hevur havt ein longri skaðasteðg.

Hinvegin er hann als ikki í iva um, hvat kravið til B36 er undan dystinum.

- Tá talan er um ein dyst á útivølli, er tað ongan tíð nøkur løtt uppgáva, men skulu vit gera okkum galdandi í oddinum, er kravið ein sigur. Ikki minst, tá talan er um ein uppflytara, sigur altso John Petersen.