Ber ótta fyri borgarakríggi

Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, ber ótta fyri, at borgarakríggj kann bresta á í Irak, tá kríggið har er liðugt.

Mubarak stúrir fyri, at shiamuslimar og sunnimuslimar fara at bresta saman. Eisini væntar hann, at kurdarnir fara at krevja at fáa sítt egna ríki har norðuri í Irak, men at hetta kann verða av ongum, tí Turkaland er so hart ímóti tí. Sjálvur heldur Mubarak, at tað hevði verið ein vanlukka, verður Irak býtt sundur, og hann heldur ikki, at irakska fólkið vil hava landið sundurbýtt.

Sunnudagin frættist frá samanbrestum millum shiamuslimar og sunnimuslimar í fleiri býum í Irak. Í býnum Najaf kringsetti ein víðgongdur bólkur húsini hjá einum shiamuslimskum leiðara og kravdi, at hann skuldi fara av landinum innan 48 tímar. Hetta hendi bert tríggjar dagar eftir, at ein shiamuslimskur leiðari varð myrdur í sama býi.