Ber til at innflyta hassj lógligt

Tað er fult lógligt at innflyta fræ til sonevndar hassjplantur til Føroya. Hetta holið í lógini gevur rúsevnismisnýtarum frítt spæl at framleiða sítt egna hassj. Tollvaldið kemur av og fram á hassjfræ, sum verður flutt inn til Føroyar, men sum lógin er nú, hava tollararnir onki annað val enn at lata ta sleppa inn í landið, skrivar Sosialurin.

- Hetta er eitt sindur løgin støða at vera í hjá einum tollara. Vit vildu helst kunna lagt hald á tað, men tað kunnu vit ikki, tí tað er ikki ólógligt, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, við Sosialin.

Eisini løgreglan undrast á støðuna.

- Tað er heilt burturvið, at tað skal vera lógligt at innflyta hassjfræ til Føroyar, og okkara tilráðing er, at myndugleikarnir dagføra lógina, so at fræið kemur á listan yvir ólógligan innflutning, og tað ongantíð ov skjótt, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, við Sosialin.