Nú eru Jólaboð komin í bókhandlarnar. Tað er K.F.U.M. í Havn, sum gevur Jólaboð út. Hetta er 72. árgangur.
Fríðleif Lydersen, prestur, hevur skrivað jólainngangin við heitinum: Krubban, krossurin og uppreisnin.
Í Jólaboðum eru siðsøguligar greinar, søgur og yrkingar.
Guttorm Zachariasen hevur lagt til rættis, og Janus Dam Guttesen hevur teknað.
Jólaboð eru 96 síður og kosta 100 krónur.