Bensinprísurin hækkar nógv og nærkast metinum

Ein litur av bensini kostar í dag 11 krónur og 9 oyru. Og tað er tað mesta síðani hann toppaði 

Tað eru ymisk viðurskifti, sum gera av bensinprísin. Tað snýr seg um prísin á olju, um dollarakursin og so avgjøld og skattir, sum eru á olju og bensin.

 

Orsøkin til at prísurin á heimsmarknaðinum hækkar í hesum døgum er, at ólag er komið í skipanina millum útboð og eftirpsurning eftir olju.

 

Tað eru færri avmarkingar av koronufarsóttini, og latið verður uppaftur ymsastaðni í heiminum, og tað ger, at tað eru nógv, sum skulu brúka meira olju.

 

Samstundis verður ikki framleidd so nógv, sum áður. Í byrjanini av koronukreppuni minkaðu oljuframleiðandi londini nógv um framleiðsluna, men nú skrúva tey spakuliga frá aftur.

 

Í Føroyum hevur bensinprísurin ikki verið so høgur síðani 2012, tá hann var uppi á 11 krónum og 65 oyru.