Liverpool-venjarin Rafael Benitez heldur, at hansara lið manglar vinnarametalitet, og tí skal liðið styrkjast við nýggjum spælarum.
- Tað er avgerandi fyri okkum at fáa teir røttu spælararnar til felagið. Vit skulu hava spælara við vinnaramentaliteti. Spælarar, sum eru desperatir eftir at vinna okkurt, sigur Benitez.









