Chelsea vann í kvøld 2-0 á Middlesbrough í FA Cup. Tað merkir, at Chelsea skal møta Manchester United í fjórðingsfinaluni.
Trýstið á Chelsea venjaran, Rafael Bentiez, økist í hvørjum. Um vikuskiftið taptið Chelsea fyri Manchester City og misti triðja plássið í Premier League. Fjølmiðlar í London hava sagt frá kreppufundið í felagnum, og helst stríðist Rafael Benitez fyri starvinum.
Í kvøld var Chelsea í Norðuronglandi og vitjaði Middlesbrough, sum spælir í næst bestu deildini í Onglandi. Chelsea var leikliga omaná, men tað gekk strilti hjá Fernando Torres og hinum í Chelsea at fáa hol á.
Einki mál kom fyri hálvleik, men fimm minuttir inn í seinna hálvleiki riggaði. Brasilski miðvallarin, Ramires fekk fatur á bóltinum uttanfyri brotsteigin og meddaði til. Bólturin fór umvegis eitt rull á rygginum á Fernando Torres í mál.
Eitt korter fyri tíð fekk Chelsea eitt gott mál, tá Victor Moses púra leysur kundi seta fótin á eftir frálíkt uppspæl frá innskifta Eden Hazard.
Rafael Benitez yvirlivur enn ein dag sum venjari hjá Chelsea, sum nú skal møta Manchester United í FA Cup fjórðingsfinaluni.
FA Cup:
Middlesbrough Chelsea 0-2 (0-0)
FA Cup fjórðingsfinalur(Spældar 9. og 10. mars):
Everton Wigan
Manchester City Barnsley
Millwall Blackburn
Manchester United - Chelsea