Benigno Aquino vann

Benigno Aquino, senatorur, hevur vunnið forsetavalið, sum var í Filipsoyggjunum í síðsta mánaði. Sambært valnevndini fekk hann umleið 15,2 milliónir atkvøður, meðan næsti kappingarneyti hansara, fyrrverandi forsetin Joseph Estrada, fekk knappliga 9,5 milliónir atkvøður.

Væntandi fer tjóðartingið formliga at seta Aquino í forsetaembætið í morgin.

Aquino, sum varð valdur við lyftum um at beina fyri fátækradøminum og svikinum í teirri almennu umsitingini, hevur boðað frá, at hann fer at seta eina nevnd at kanna embætisførsluna hjá fyrrverandi forsetanum Gloria Arroyo. Hon sat í embætinum í tíggju ár og er skuldsett fyri umfatandi svik.

Tann nývaldi forsetin er sonur Benigno ?Ninoy? Aquino, sum bleiv myrdur, tá hann í 1983 kom heim úr útlegd í USA fyri at standa á odda fyri teirri demokratisku rørsluni ímóti einaræðisharranum Ferdinand Marcos. Mamma nývalda forsetan, Corazon Aquino, skipaði fyri kollveltingini ímóti Marcos í 1986 og varð vald til forseta aftaná. Hon doyði í fjør.