Belgia óttast yvirgangsálop í dag

Belgiskir myndugleikar ávara fólkið um yvirgang og hava hækkað hóttanarstigið í Bruxelles til hægsta stig. Hetta merkir, at tað finst ein álvarsom og ítøkilig hóttan móti býnum.

 

Undirgrundsbanin er stongdur og fólk verða biðin um at halda seg burtur frá stórum mannamúgvum. Konsertir og fótbóltsdystir eru avlýst.

- Vit mæla fólki til at so vítt gjørligt at halda seg burtur frá støðum, har nógv fólk koma saman, sum keypsmiðstøðum, konsertum og líknandi, sigur ein talsmaður fyri belgisku stjórnina.

 

Myndugleikarnir vilja ikki avdúka hvørja kunning teir hava, sum ger at teir hækka ávaringina, men fleiri av teimum, sum framdu álopið móti París fríggjadagin í seinastu viku, høvdu tilknýti til Bruxelles.

- Greiningarnar hava avdúkað eina álvarsama og ítøkiliga hóttan, sum krevur ítøkilig trygdartiltøk og at vit kunna fólkið, siga belgiskir myndugleikar.