Thorgan Hazard er stóra stjørnan í Belgia í kvøld, eftir at hann skoraði avgerandi málið í 1/8 finaluni til EM-endaspælið. Belgia vann á Cristiano Ronaldo og Portugal, sum nú mugu lata steypið víðari til onkran annan.
Tað var nógv ferð á í fyrra hálvleiki. Bæði liðini vóru álopssinnaði og løgdu nógv fyri í mótálopunum, men tað kom einki mál fyrr enn tríggjar minuttir fyri hálvleik. Tá fekk Thorgan Hazard skot á bóltin uttanfyri brotsteigin. Bólturin “knekkaði” og snýtti málverjan.
Í seinna hálvleiki setti Portugal seg á dystin. Tað gjørdi heldur einki, at belgiska stjørnan, Kevin De Bruyne, mátti av vøllinum við skaða. Portugal hevði onkran stóran málmøguleika, men tað var sum um at trýsti ikki bleiv umsett til nóg nógvar stórar møguleikar. Belgisku spælararnir fóru í nøkur mótálop, men orkan gekk undan.
Belgia skal nú spæla móti Italia í fjórðingsfinaluni.