Av teimum 73 monnunum, sum eru skuldsettur fyri ovurhonds nógvu lógbrotini í Köln nýggjársaftan, er meginparturin úr Marokko og Algeria.
Tað byrjaði við at kvinnur í hópatali boðaðu frá, at menn høvdu verið ónærisligir móti teimum á jarnbreytarstøðini í Köln hetta kvøldið. Nú tølini eru gjørd upp, hevur løgreglan fingið 1054 fráboðanir. Av teimum snúgva 454 seg um blygnaðarskemd av ymiskum slag og 600 eru um stuldur og herverk.
Skuldin varð skjótt løgd á mongu sýrisku flóttafólkini, ið vóru komin til Týsklands seinasta árið, men nú vísa tøl frá løgregluni, sum Die Welt hevur fingið innlit í, at einans tríggir sýrar eru millum tey skuldsettu.
Tó so, nógvir teirra eru kortini flóttafólk, men flestu koma úr Marokko (30) og Algeria (27). Hinir skuldsettu eru úr Irak, Tunisia, Libya, Iran, Montenegro og Týsklandi. Allar flestu eru ólógliga í landinum, sigur ríkisákærin Ulrich Bremer við Die Welt.
13 av teimum eru varðhaldsfongslaðir, meðan fimm eru ákærdir fyri kynsligan ágang.