Beistagerðin móti suðringum

Hergeir Nielsen

Einki nýtt spurdist burturúr miðnámsskúlanum í Vági. Fíggjarnevndin nevnir hvørki skúla ella røktarheim, nú hon kom útaftur við uppskoti sínum.

Tá vit viðgjørdu málið á tingi í fjør royndi Jóanes Eidesgaard at birta undir klandur og stríð millum syðru og norðaru helvt av oynni.

Onkur hevði lopið út í orð, at almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri møguliga kundi brúkt okkurt fakhøli í nýggja skúlanum í Vági, og tað mátti ikki koma upp á tal, segði formaður javnaðarfloksins.

Tað er "øgiliga vesintligt at a&h-skúlin er har á Tøroyri, og man eigur at hava eitt vakið eygað við, at hetta ikki verður veruleiki, hetta at bjóða fasilitetir út á einum øðrum stað."

Formaður Javnaðarfloksins var á hesum tingfundi staðiliga biðin um at lata vera við at sáa ósemjur og klúgva Suðuroynna, vísandi til, at vit sum búðu her suðuri fegin vilja liva í sátt og semju hvør við annan.

Sundurlyndið kom ikki fyri seg tá, og vit fingu í friði og náðum fyri javnaðarflokkinum loyst fleiri stórmál fyri Suðuroynna.

Tveir skúlar, ein Smyril, tvey havnaløg og ein tunnil komu á tekniborðið, og tað mesta var komið undir land.

Men eingin skal kannað sær bitan, fyrrenn hann er svøgldur. Løgmaður hevur boðað frá, at kommunurnar í Suðuroyni skulu taka ein skúla, sum hevur ligið í Vági í eina fjórðingsøld, burtur haðani.

Vágs kommuna eigur bóltin
Hvussu leikur víðari fer, er ikki gott at vita hjá okkum, sum sita í andstøðu, men málið um miðnámsskúlan í Vági liggur fyri so vítt í hondunum á býráðnum í Vági.

Sambýlið er bygt í uttara enda av býnum, og tað er hvørki fíggjarliga ella fakliga skynsamt at byggja eitt eldarbýli í vestara enda eisini.

Vágs býur skal gyrðast inni í eldrabústaðum fyri eystan og fyri vestan, siga teir somu, sum nú støðga framkomnum verkætlanum, tí tað skal vera so nógv bíligari at sambyggja skúlar, sum enntá einki hava við hvønn annan at gera.

Byggiøkið fyri vestan bleiv av bygginevndini ma. valt og av kommununi játtað til skúlaøki, tí at ítróttarøkið lá har. Skattaborgarin hevur longu borið stórar útreiðslur av stásiligari nýgerð í hesum sambandi.

Byggiloyvið til ein miðnámsskúla kann ikki brúkast til annað enn ein miðnámsskúla, og tað er ein kommunal uppgáva at geva byggiloyvi.

Tað er tí ein kommunal avgerð, um Vágs kommuna fer at siga tey almennu virði frá sær, sum vit hava lagt hagar í sátt og semju við somu kommunu.

Eingin onnur kommuna í landinum hevði slept einum fugli í hondini fyri 10 á takinum, so tað fer Vágs kommuna vónandi heldur ikki at gera.

Hvat ætlanin er á eldraøkinum í Suðuroynni er fyrst og fremst ein kommunalur spurningur, og haðani má setast út í kortið.

Lesa vit fíggjarlógaruppskotið, nú tað kom aftur frá fíggjarnevndini, so er einki har, ið bendir tann vegin, at landskassin fer inn í nakað projekt hesum viðvíkjandi.

Tað er tí at vóna, at kommunurnar í Suðuroynni framhaldandi leita saman um røktartørvin í oynni, og vísa frá sær lítið virðiligu fantasiprojektinum um at loysa arbeiðsloysisspurningin við eldrarøkt.

Suðringar skulu sjálvandi hava nøktandi umstøður, og var ætlan okkara, at royndirnar av Sandoyarætlanini skuldu gerast fyrimyndin fyri víðari menning á hesum øki.

Sakligt orðaskifti
Mourits M. Joesen hevur eina stak áhugaverda, upplýsandi og sakliga grein í bløðunum um miðnámsskúlan í Vági, og sóknast hann ma. eftir, hvørja støðu vit tingmenn hava til málið, og ta vend, tað hevur fingið.

Tá vit viðgjørdu málið um at byggja miðnámsskúlan í Vági í løgtinginum í fjørvár, segði Jóannes Ejdesgaard, at hann var ímóti at miðnámsskúlin í Suðuroy lá í Vági.

Í sama viðfangi legði hann dent á, at javnaðarflokkurin fór at hava eitt vakið eygað við, at almanna- og heilsuskúlin ikki varð fluttur útaftur av Tvøroyri.

Hendrik Old, sum hevur orðið í flestøllum málum á tingi, kleiv ikki í tvey um hesa søguliga stóru íløgu í Suðuroynni. Hann hevur hinvegin havt eitt vakið eyga við, at miðnámsskúlin verður fluttur út úr Vági.

Johan Dahl var munin meira aktivur, og legði fram uppskot um at raðfesta og byggja ikki minni enn tveir skúlar í Havn í staðin fyri hendan í Vági.

Tíbetur sótu hesir tríggir menn í andstøðu, tá vit raðfestu og settu hol á søguliga stóru íløgurnar á samferðslu-, vinnuliga- og mentanarliga økinum fyri Suðuroynna.

Tíverri manna teir í dag valdið í landinum, og hava sett sær fyri at týna tí framburði, sum vit slóðaðu fyri, og sum teir høvdu so ilt av.

Hetta nýbrotið í føroyskum politikki - at skræða skúlar niður fyri at byggja røktarheim upp - kundi bent á, at landið flýtur í mjólk og hunangi. Men so er tíverri ikki.

Parlagið Dahl/Old reypar av, at landið fer at rinda allan kostnað av at bróta niður, byggja upp og reka. Lesa vit fíggjarlógaruppskotið, og lesa vit álitið frá fíggjarnevndini, so síggjast ongar nýggjar íløgur á eldraøkinum

"Ríkið borgar" siga teir báðir kortini, sum nú í minni enn eitt ár og hava skuldskrivað landskassan fyri _ mia.kr. í halli.
Faklig krøv
Fyri einum mánaða síðan sóknaðust fakfólk í eini sera væl grundgivnari grein eftir svarum upp á eina røð av viðkomandi spurningum:

Jeanna í Lágabø og Sirið Stenberg fregnaðust ma. eftir
- einum skipaðum eldrapolitikki,
- raðfestingum á økinum,
- stovnsbygging sum menning á eldraøkinum,
- tænastum til heimabúgvandi,
- ynskjum um at búgva longst møguligt í egnum heimi,
- flyting út av stovnum, og integratión í samfelagið,
- betri stuðulsskipanum, arbeiðspláss, dagtilboð oam.,
- smærri eindum tillagaðum tí einstaka,
- ætlaða døgnrøktarskipanin,
- útbygging av økispsykiatriini,
- ovurdýra meirkostnaðinum av at byggja og reka røktarheim, í mun til at hjálpa fólki í egnum heimi, vardari íbúð ella á sambýli,
- óvirðiliga framferðarháttinum mótvegis teimum eldru,
- talið á arbeiðsplássum uttan at byggja stórar stovnar,

men tað var sum at rópa í oyðimørkini - svar fingu tær einki.

Í staðin fyri verður farið við teimum gomlu og óhjálpnu, sum tá seyður verður rikin í rætt, og við ungdóminum, sum galt tað um at sløkkja seinasta neistan í barmi teirra sum skjótast.

Miðnámsskúli í fjórðingsøld
Tað berandi í málinum er at týna miðnámsskúlanum í Vági, og har finna Jóannes Eidesgaard og javnaðarflokkurin ikki hentari amboð enn Hendrik Old.

Meðan tað ikki hvøtti úr hesum seinast nevnda í fjør - hvørki undir fyrstu, aðru ella triðju viðgerð- av hesum stóra byggimáli í Vági, lovaði hann undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri stuttum, at vágbingar skuldu koma at nísta og pípa, nú hann fór at taka skúlan frá teimum aftur.

Tíbetur bendir einki á, at Sverri Midjord hevur ætlanir um líknandi konseretferð á Tvøroyri, har javnaðarflokkurin hevur eitt vakið eygað við, at a&h-skúlin, sum vit løgdu har, ikki verður tikin burtur aftur.

Tá røktarheim, miðnáms-, almanna- og heilsuskúli verða sett upp, hvørt móti øðrum, av hatri og øvund, er støðið lagt, og tá verður neyvan nøkrum teirra lív lagað.

Landskassin hevur brúkt 6 mió.kr., og kommunukassin hevur brúkt nakað til byggibúning og ítróttarøkið.

Ein vanlukkan fyri og onnur eftir slettir nú inn yvir landshúsarhaldið, og ongar strategiskar, politiskar ella vinnuligar ætlanir eru frameftir, siga samgongumenn.

Einki talar fyri, at landskassin er førur fyri øðrum størri íløgum ella hægri rakstrarkostnaði í bræði.

Landskassin er skuldskrivaður fyri _ mia.kr. yvir tvey fíggjarár, og inntøkugrundarlagið viknar á flestu fiskimiðum.

Hildið verður, at inntøkurnar til landskassan komandi ár verða 44 mió.kr. lægri enn upprunaliga hildið.

Tey sum hava gamla skuld hangandi, fáa hana strikaða, og tey sum hava ráð at rinda skatt, fáa skattalætta.

Samgongumenn hava nú støðgað miðnámsskúlanum í Vági, og einki sett í staðin. Fyrst varð meginbókasavnið tannlað burturúr ætlanini, og nú kom so túrurin til sjálvan skúlan.

Tølini á fíggjarlógini standa har til pynt, og verða borin heimaftur í landskassan so hvørt, sum árini líða.

Útbjóðingarumfarið er støðgað, og _ av játtanini fyri í ár borin aftur í landskassan.

Talan var ikki um at leggja ein skúla í Vági av nýggjum. Skúlin hevur verið í Vági eina fjórðingsøld, men nú vóru so løgir at taka lívið av honum.

Og tað var nú ein syndarligur endi á einum annars skilagóðum átaki.