Beinleiðis: Klæmint skoraði hattrikk í málroki

NSÍ - Hibernian kl. 19.45

Tíggu mál vórðu skorað á Svangaskarði, har skotska Hibernian var gestur hjá NSÍ

Tað gekk heilt øðrvísi, enn úrslitið í Edinburgh fyri einari viku síðani legði upp til, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av Hibernian, sum spælir í bestu skotsku deildini.

Í Edinburgh legði NSÍ rygg til 6-1 tap. Í kvøld endaði tað 6-4 til skotska liðið.

 

NSÍ var serliga í fyrra hálvleiki av álvara við til at seta dám á.

Klæmint A. Olsen, sum hevur verið skaðadarvaður leingi, vísti, at hann av álvara er komin fyri seg aftur. Hann pressaði ein av skotsku verjuspælarunum at gera sjálvmál beinanvegin, og Klæmint økti sjálvur til 2-0.

Skotska liðið fótaði sær og svaraði aftur við at javna til 2-2.

Klæmint var tó ikki liðugur, tí hann legði NSÍ framum aftur 3-2. Tá restaðu tað tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og lítla løtu undan steðginum var aftur javnt.

 

Seinni hálvleikur var ikki fimm minuttir gamal, tá ið Hibernian aftur var á odda. Klæmint var ikki liðugur, tí hann javnaði til 4-4, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal.

 

So megnaði NSÍ ikki at svara aftur, tá ið Hibernian skoraði tvey mál aftrat og vann 6-4.

Fleiri av málunum vóru rættiliga bílig, og tað harmast teir um í NSÍ:

 

-Vit eru nøgdir við, at tað eydnaðist at skora fýra mál, men sjálvandi harmast vit um, at mótstøðuliðið skoraði seks mál, tí fleiri av teimum vóru bílig. Vit taptu 6-1 í Skotlandi, og úrslitið í kvøld var væl betri. Hetta er fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini. Hetta vóru góðir spælarar, sum vit dystaðust við í kvøld, og hetta avrikið fer at gagna okkum í landskappingini, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.

 

Hibernian heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 12-5.

 

NSÍ - Hibernian 4-6 (3-3)

Europa League innleiðandi umfar seinni dystur

Hibernian samantaldur vinnari við 12-5

Á Svangaskarði hósdagin 19. juli 2018 kl. 19.45

1-0: sjálvmál

2-0: Klæmint A. Olsen

2-1: John McGinn

2-2: Lewis Stevenson

3-2: Klæmint A. Olsen

3-3: David Gray

3-4: Efe Ambrose

4-4: Klæmint A. Olsen

4-5: Stephen Mallan

4-6: Stephen Mallan

NSÍ: Eli Joensen – Bárður J. Hansen, Jens Joensen, Per Langgaard, Pætur Hentze – Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Benjaminsen (Mórits Heini Mortensen, 88.), Magnus H. Olsen (Betuel Hansen, 74.) Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen (Jann Martin Mortensen, 74.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, Jóhan Troest Davidsen, Øssur Dalbúð, Árni Frederksberg

Gult kort: Petur Knudsen

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

 

---

92) 4-6

LIÐUGT

 

90) 4-6

Tveir minuttir eru lagdir aftrat.

 

88) 4-6

NSÍ skiftir út: Mórits Heini Mortensen avloysir Jann Benjaminsen.

 

83) 4-6

NSÍ hevur gott tak á bóltinum, og gestirnir eru nú meiri í verjustøðu.

 

77) 4-6

4-6: Stephen Mallan

Hetta var ´óheppið. Stephen Mallan smekkar til úr 30 metrum, og tað sær út til, at Eli Joensen glíður, tá ið hann skal rætta seg eftir bóltinum, sum siglir omanfyri málverjan og í málið.

 

75) 4-5

Petur Knudsen roynir seg við frísparki úr 25 metrum. Málverjin tveitir seg og bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.

 

74) 4-5

NSÍ skiftir út: Jann Martin Mortensen avloysir Klæmint A. Olsen

 

71) 4-5

NSÍ skiftir út: Betuel Hansen avloysir Magnus H. Olsen.

 

70) 4-5

4-5: Stephen Mallan

Við frísparki úr 27 metrum smekkar Stephen Mallan bóltin í málið.

 

63) 4-4

Mjørkin er mest sum burtur, og nú sæst allur vøllurin.

 

60) 4-4

Eftir langt innkast úr høgru frá Bárði J. Hansen endar bólturin fyri fótunum á Jens Joensen, sum smekkar til úr tredivu metrum, men bólturin fer væl við síðuna av málinum.

 

56) 4-4

4-4: Klæmint A. Olsen

Eli Joensen sparkar fram á mótstøðuhálvuna, har Klæmint A. Olsen verður leysur mitt fyri og innanfyri verjuna. Hann er ísakaldur og lyftir bóltin uppum málverjan og í málið. Klæmint hevur skorað hattrikk í kvøld.

 

49) 3-4

3-4: Efe Ambrose

Við frísparki verður eitt sindur úr høgru lagt mitt fyri málið, har Ambrose er púra blankur, tá ið hann skorar. Her var verjuspælið ikki nóg gott.

 

48) 3-3

Síðstu løtuna hevur mjørkin lagt seg yvir vøllin. Tað er torført at síggja tvørturum vøllin.

 

46) 3-3

NSÍ gevur bóltin upp.

Allir teir somu NSÍ spælararnir eru á vøllinum, sum vóru tað í fyrra hálvleiki.

 

--

Tað er framúr undirhaldandi á Svangaskarði. Seks mál eru skorað fyrstu trý korterini, og púra óvæntað er tað, at støðan er 3-3.

NSÍ var frammanfyri 1-0 og 2-0, áðrenn gestirnir svaraðu aftur og javnaðu til 2-2. So legði NSÍ seg framum aftur, men dygst undan steðginum var aftur javnt.

 

Merkisvert er tað, at óroyndi í fremstu røð Eli Joensen verjir NSÍ málið, og at bæði Jóhan Troest Davidsen og Árni Frederiksberg sita á beinkinum.

Klæmint A. Olsen, sum leingi hevur verið skaðadarvaður, er við aftur, og hann er sera væl upplagdur. Klæmint hevur skorað tvey mál, meðan hann í sambandi við fyrsta málið pressaði mótstøðumannin, sum royndi at sparka burtur, men í staðin stýrdi bóltin í sítt egna mál. 

--

HÁLVLEIKUR

3-3

 

45) 3-3

3-3: David Gray

Hetta málið var heldur bíligt. Eftir fríspark í vinstra verður lagt til handara stólpa, har David Gray er púra leysur og javnar til 3-3.

 

44) 3-2

GULT KORT: Petur Knudsen sær gult fyri óregluliga at steðga mótstøðumanni.

 

40) 3-2

Hetta hevur verið heilt framúr avrik hjá NSÍ. Hibernian telist millum bestu liðini í Skotlandi, men NSÍ spælir við stórum sjálvsáliti.

Dygst undan dystarbyrjan vísti tað seg, at Tórður Thomsen ikki var førur fyri at verja NSÍ málið. 18 ára gamli Eli Joensen hevur verið stinnur.

 

35) 3-2

3-2: Klæmint A. Olsen

Uppspælið er fínt í vinstru, og eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevur lagt upp á tvørs smekkar Klæmint A. Olsen til, og bólturin situr í netinum. 

 

27) 2-2

Steðgur hevur verið í eina løtu, meðan Klæmint A. Olsen hevur verið viðgjørdur, men nú er hann komin á føtur aftur.

 

22) 2-2

Eftir framúr undirhaldandi fyrsta korterið, tá ið fýra mál vórðu skorað, er dystarmyndin nú, at Hibernian er fyri tað mesta í álopsstøðu, og talan hevur verið um málmøguleikar.

 

16) 2-2

2-2: Lewis Stevenson

Eftir horna og flatt út á brotsteigarmarkið verður bólturin sendur heilt upp undir nærru samankomingina.

 

12) 2-1

Hibernian er tætt við eftir horna úr høgru, men nýggi NSÍ málverjin, Eli Joensen, bjargar meistarliga væl.

 

10) 2-1

2-1: John McGinn

Innleggið er úr høgru, og við handara stólpa er John McGinn leysur, tá ið hann setir bóltin í handara síðunetið.

 

05) 2-0

2-0: Klæmint A. Olsen

Hetta er heilt fantastiskt. NSÍ er frammanfyri 2-0. Hetta málið var eftir framúr uppspæl heilt afturi frá Pæturi Hentze á vinstra vongverja og umvegis fleiri, inntil Pól Jóhannus Justinussen legði innfyri til handara stólpa, har NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen stýrdi bóltin í málið.

 

01) 1-0

1-0: sjálvmál 1.

Jann Benjaminsen leggur innfyri úr høgru, og ein av gestunum nermur bóltin, sum siglir í málið, áðrenn Klæmint A. Olsen sleppur framat.

NSÍ - Hibernian kl. 19.45

Á Svangaskarði

NSÍ: Eli Joensen – Bárður J. Hansen, Jens Joensen, Per Langgaard, Pætur Hentze – Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Benjaminsen, Magnus H. Olsen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Jóhan Troest Davidsen, Øssur Dalbúð, Árni Frederksberg, Jann Martin Mortensen, Mórits Heini Mortensen og Betuel Hansen