Beinleiðis: Her fylgir tú finaluni um Løgmanssteypið

Í dag verður finalan í kappingini um Løgmanssteypið. FM1 og In.fo fylgir finaluni

Í dag verða verður finalan í kappingini um Løgmanssteypið. Finalan byrjar klokkan 16. FM1 og In.fo hava beinleðis frásøgn frá finaluni. FM1 byrjar at senda beinleiðis klokkan 15. 

Dystir.fo

In.fo og Dystir.fo spæla saman. Tí ber til at fylgja finaluni um Løgmanssteypið á Dystir.fo við at hyggja ovast á forsíðuni á In.fo. Við at trýsta á frámerkið av einum dysti, kanst tú fylgja gongdini í hvørjum einstøkum dysti. Inni á hvørjum dysti kanst tú velja at lesa “Úrtak”, sum eru hæddarpunkt av dystunum.

Fylgi gongdini á Dystir.fo við at trýsta HER

Til ber eisini at síggja alla gongdina í dystinum, við at trýst á frámerkið “Hendingar”. Hartil er møguleiki at síggja hvør byrjar inni “Fyrstu 11”, hvør er á bonkinum “Eyka” og hagtøl við trýsta á “Hagtøl”.

Seinni verða samanumtøkur og myndir at síggja á In.fo, sum hevur myndafólk til finaluna í dag.

FM1 á staðnum

FM1 byrjar at senda klokkan 15 við upptakt av Tórsvølli. Sjálv steypafinalan verður klokkan 16. Aftaná steypafinaluna verður 3. Hálvleikur, sum hesa ferð er ”Gullradio”, har tikið verður samanum steypafinaluna og samrøður verða við vinnara, og silvurvinnarar. Viðmerkjari er Teitur Joensen.

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER 

Aftaná verður 3. Hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum av fjórðingsfinalunum frá í kvøld.

Steypafinalan verður eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Dysturin sæst við at trýsta HER