– Eg var øvundsjúkur á ein sum eg ikki hevði møtt

– Eg byrji at ímynda mær hendan fýrin sum, tú veit, ein “Romeo”: Hann er høgur, flottari enn eg og hevur alt tað, sum eg ikki havi, sigur Beinir um mannin, hann ongantíð sjálvur møtti, ið gav íblásturin til annað staklag hansara av komandi fløguni.

Í dag hevur Beinir givið út annað staklagið av komandi heildarútgávu hansara.

 

Sangurin, ið ber heitið Romeo, er eins og fyrra staklagið av plátuni, Greener, spælt inn í kendu upptøkuhølunum, Grapehouse Studios, í Danmark.

 

Lagið snýr seg sambært Beini um at vera bangin fyri, at ein annar drongur fer avstað við gentuni, ið tú ert góður við.

 

Íblásturin kom av einari hending, har gentan, sum hann var blivin væl við, varð biðlað av einum øðrum enn honum. Hann bleiv illa við av hesum og fór at beint at skriva lagið, har Beinir greiðir gentuni frá, at hóast hesin maðurin óivað er spennandi, so elskar hann ikki hana, sum Beinir ger.

 

– Eg fari í studio dagin eftir, hon hevur fortalt mær hetta. Eg biði Sørin, framleiðaran, halda mær til góðar, um eg ikki fái hugsað heilt klárt, tí eg eri blivin øvundsjúkur inn á onkran drong, sum eg ongantíð havi møtt, sigur Beinir um upptøkutilgongdina.

 

Fyrra staklagið, Greener, er sera væl umtókt í Danmark og verður regluliga spælt í donskum útvarpi. Tann 19. januar í ár var Beinir í Århus og prátaði við P4 rásina, har 750.000 danir, ið høvdu útvarpið tendrað, fingu høvið at hoyra Beinir spæla løg síni live.

 

Í løtuni er Beinir á konsertferð, ið hann hevur doypt “Unknown Location Tour”, við kassagittara sínum. Fjepparar hansara gera av, hvar hann skal framføra, og í dag er hann í býnum Holsted, har hann skal spæla eina “surprisekonsert”.

 

Tann 27. apríl ber til at hoyra Beinir framføra nýggju løgini fyri fyrstu ferð við bólki á Hotel Cecil.

 

##med2##