Beding til smábátar í Vestmanna

Bátar kunnu takast upp í Vestmanna til botnreins, umvælingar ella ábøtur og viðlíkahald annars.

Fyritøkan El-Net, sum hevur høvuðssæti í Havn og húsast í rúmligum bygningi við stórum nýtslumøguleikum, hevur eisini bygning við tilhoyrandi beding til smábátar í Vestmanna.

 

Hetta er bygningur og beding, sum í sínari tíð hoyrdi undir Vestmanna Skipasmiðju, sum MEST seinni keypti.

 

Nú El-Net, sum annars er ein av størru el-innleggjarafyritøkunum í Føroyum, hevur bygning við beding í Vestmanna, bjóðar fyritøkan bátaeigarum at leiga seg inn, um eitt hvørt skal gerast við bátin.

 

Talan kann vera um botnreins, umvælingar ella ábøtur og viðlíkahald á bátin annars. Tað er bátaeigarin sjálvur, ið tekur sær av at gera arbeiði - ella onkur, ið bátaeigarin samstarvar við.

 

Hjá El-Net siga tey, at stendur báturin uppi, og eitt hvørt skal gerast við el-skipanina, er el-fyritøkan eisini til reiðar at finna eina loysn saman við bátaeigaranum.