Beckham sjúkur av EM

Enski landsliðsspælarin David Beckham er so keddur um, at hansara land ikki er við í EM-endaspælinum, at hann klárar valla at hyggja eftir dystunum í kappingini.

- Tað hevur verið trupult yvirhøvur at hyggja eftir einum dysti. Eg kenni meg næstan kropsliga sjúkan av at síggja dystirnar. Hetta var ein kapping, sum vit skuldu havt verið við í, sigur David Beckham sambært Skysports.