Beckham fekk Stone Roses at byrja aftur

(Eftir Nela Heldarskarð)

 

 

Í síðsta mánaði kunngjørdu limirnir úr sangbólkinum úr Manchester í Onglandi, Stone Roses, at teir aftur fóru at spæla saman. Bólkalimirnir fóru annars allir hvør til sítt í Februar í ár. Men tú eru teir saman aftur. Og hetta hevur heimskendi fótbóltsleikarin, David Beckham, átt sín stóra leiklut í.

David hevur altíð verið ein sera stórur fjeppari av Stone Roses. Ein má minnast til, at David var ein ungur drongur, tá Stone Roses var upp á tað allar besta. Tað var mestsum ómøguligt at búgva í Manchester, uttan at dáma bólkin. Nakrir limir í bólkinum eru Manchester United-fjepparar, so teir kennast eitt sindur. Hetta sigur ein ókend kelda við the Sun.

David hoyrdi, at tað var ein møguleiki fyri, at Ian og gitaristurin, John Squire, vóru byrjaðir at tosa saman aftur. So blandaði hann seg uppí. Hann segði við teir, at teir bara máttu byrja aftur. David vildi ringja til allar limirnar, um tað varð neyðugt. Tá teir so hittust á Old Trafford ein mánaða seinni, legði hann eyka trýst á. Hann segði, at hann vildi gera alt fyri, at teir fóru at byrja aftur. Og tað eydnaðist hjá honum, sigur keldan víðari.

Stone Roses fer at hava konsertir tann 29. og 30. Juni í Heaton Park. Og áhugin er stórur. Bara upp á ein tíma, vóru 225.000. atgongumerki seld til konsertina.