Beckham fekk hol á

David Beckham skoraði sítt fyrsta mál fyri AC Milan, tá ið hann saman við liðfeløgunum í dag vann 4-1 á Bologna. Bologna legði seg annars á odda 1-0 við brotssparksmáli, men eftir hetta vísti AC Milan veruliga sína styrki. Seedorf og Kaka, sum skoraði tvær ferðir, syrgdu fyri einari 3-1-hálvleiksleiðslu.

Í seinna hálvleiki sló David Beckham seinasta seymin í kistuna, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, sum altso gjørdist 4-1 til AC Milan.

 

Nú styttist millum oddaliðini í Seriu A. Inter og Juventus hava 43 stig, meðan AC Milan hevur 40 stig. Inter hevur tó leikt ein dyst færri; manglandi dystin leika teir í kvøld kl.19.30 ímóti Sampdoria.