Jermaine Beckford gjørdist við eitt víðagitin, tá hann søkti Manchester United á Old Trafford. Higartil hevur Beckford skorað 20 mál fyri Leeds í hesum kappingarárunum.
Nú hevur Newcastle so givið Leeds eitt tilboð uppá Beckford. Sáttmálin hjá Beckford við Leeds gongur út í summar, og venjarin hjá Leeds, Simon Grayson ásannar, at Beckford kann hava spælt sín seinasta dyst fyri felagið.
Simon Grayson undirstrikar, at Leeds hevur tríggjar valmøguleikar. Beckford skrivar undir ein nýggjan sáttmála við Leeds. Beckford spælir kappingarárið liðugt, og felagið fær einki fyri hann, ella Leeds selur hann nú, og fær eina munagóða upphædd. - Àlopsspælarar eru ein týdningarmikil rávøra, so vit kunnu ikki lata Beckford fara fyri eina lítla upphædd, sigur Simon Grayson við bretska blaðið ?The Sun?.
Sambært blaðnum er Newcastle til reiðar at lata 2,5 miljónir pund fyri Jermaine Beckford.