Beatles-sangurin, sum er gjørdur til eina MP3-fílu fer at brúka 413 ár um at koma fram til Norðsstjørnuna. Hugflognum bilar einki hjá amerikanska rúmdarstovninum, NASA. Í samband við, at 50 ár eru liðin, síðani NASA var sett á stovn. 45 ár eru liðin, síðani NASA byrjaði at granska í ytru rúmdini, og at 40 ár eru liðin síðani, at John Lennon og Paul McCartney skrivaðu sangin ?Across The Universe?. So hevur NASA tikið tað forkunnugu avgerð at senda sangin ?Across The Universe? út í rúmdina. Sangurin, sum er gjørdur um til eina MP3-fílu er sendur avstað við ferðini hjá ljósinum. Hóast hesa ófatiliga skjótu ferðina, so ganga tað 413 ár, áðrenn sangurin hjá Lennon og McCartney nær málinum, sum NASA hevur sett. Nevnliga Polaris, ella Norðstjørnuni. MP3-fílurin var skotin út í rúmdina frá risa-antennuni hjá NASA, sum liggur nær við Madrid í Spania. Hetta hendi kl. 7 lokala tíð mánamorgunin. Paul McCartney og einkjan hjá John Lennon, Yoko Ono góvu grønt ljós til ætlanina. Plátufelagið Apple var eisini við uppá ætlanina. Stjórin, Martin Lewis segði: ?At teir leitaðu altíð eftir nýggjum marknaðum!?