Seinastu dagarnar hava tveir mans frá BBC, John Murphy og Tim Ecott ferðast runt í Føroyum og gjørt upptøkur. Í gjár vitjaðu teir Klaksvík, har teir millum annað hittu borgarstjóran, Jógvan Skorheim.
Teir hava eisini havt samrøður við millum annað útlendskar kvinnur, sum hava flutt til Føroya við monnum sínum.
Í Klaksvík vóru teir serliga áhugaðir í, hvussu býurin hevur ment seg sum samfelag seinastu árini og annars ta menning, sum Føroyum hevur verið fyri. Í Klaksvík búgva 90 fremmandafók úr 25 ymiskum londum.