BBC fylgir Evi í Føroyum

Í hesum døgum fylgir sjónvarpslið frá skotska BBC við Evi, sum fyrr í vikuni bleiv kosin International Artist of the Year í Írlandi.

 

Sjónvarpsliðið kom til Føroya í gjár, og komandi dagarnar ferðast tey kring landið saman við Evi.

 

Evi skal framføra á einum countryfestivali í Skotlandi á páskum, og tað er í tí sambandi, at sjónvarpsliðið ger upptøkur í Føroyum við Evi.

 

- Upptøkurnar skulu brúkast til eina sending, ið verður víst einaferð í heyst. Talan er um eina fýra tíma langa countrysending, har vit vísa hæddarpunkt frá festivalinum, sum Evi skal framføra á á páskum. Ímillum framførslurnar frá festivalinum vilja vit eisini geva hyggjarunum møguleika at vita meir, um nøkur av teimum, ið framføra. Har er tað so, at vit halda Evi vera ógvuliga áhugaverda, sigur Michael Douglas, ið er framleiðari av sendingini og við í ferðalagnum úr Skotlandi.

 

Evi og sjónvarpsliðið hava verið í Havn í dag, har tey millum annað vitjaðu á Rás2 og prátaðu við Mirjam Pætursdóttir, ið er vertur í Countrysendingini.

 

Seinnapartin fara Evi og skotska sjónvarpið til Suðuroyar, har stór móttøka verður fyri Evi í Porkeri klokkan 15.00.