Nýbrot
Smápartafelagið Bavila, sum vinnulívsmenninir Ingvar Joensen í Leirvík, Dánjal Jákup Andreasen í Vestmanna og Jóhan Mortensen í Havn, eiga, er farið undir eina spennandi roynd at frysta brisling til matna.
Felagið hevur leigað seg inn í hølini hjá Snodd á Toftum, har fiskurin verður skildur í støddir og pakkaður. Frystingin fer fram á frystigoymsluni í Vestmanna, áðrenn fiskurin verður útfluttur og seldur verksmiðjum, sum lata hann í dósir.
Teir, sum eiga smápartafelagið Bavila, hava verið uttanlands á kanningarferð, og í fyrstu syfti fer meginparturin av brislinginum til Svøríkis.
Í gjár tók Bavila ímóti fyrstu lastini. Tað var hósvíksbáturin Veðranes, sum landaði millum 12 og 14 tons til nýggja virkið. Teir fingu brislingin innast á Skálafirði.
Aðrir bátar, sum fara at veiða brisling í vetur og fara at landa veiðina á Toftum, eru Bakkafossur av Glyvrum og Katrin úr Søldarfirði.
Eitt fjórða brislingaloyvi er eisini, men tað er ikki virkið í løtuni.
Bátarnir, sum plaga at veiða brisling og sild á Skálafirði og í Sundalagnum, hava áður landað veiðina til Havsbrún í Fuglafirði, har fiskurin er virkaður til mjøl. Hetta hevur ikki givið matprís fyri veiðina og ein annar trupulleiki, sum hesi smáu før eisini hava havt seinnu tíðina, er, at menn bert eru slopnir av við fisk í Fuglafirði, tá størri skip hava verið inni og landað.
Nú kunnu hesir bátar, um brislingur verða at fáa í heyst og í vetur, landa veiðina á Toftum – og uttan at skula hugsa um, at hetta skal passast saman við landingum hjá øðrum stórum skipum.
Royndir í leikum
Teir tríggir, sum nú hava stovnað felagið Bavila, ið burtur av skal leggjast seg eftir nýggja og spennandi virkseminum á Toftum, eru allir royndir vinnulívsmenn – í fyrsta lagi í fiskivinnuni.
Ingvar Joensen, sum er stjóri í felagnum, hevur í nógv ár verið ein av krumptappunum aftanfyri vælriknað virkið Tavuna í Leirvík, sum virkar gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni.
Eins og hinir báðir, Dánjal Jákup Andreassen og Jóhan Mortensen, er hann ógvuliga spentur upp á hetta nýbrot innan føroyska fiski-og framleiðsluvinnu.
Áður eru smávegis royndir gjørdar við brislingi til matna í Føroyum, men hin stóri fløskuhálsurin hevur verið skiljingin.
Henda partin av virkseminum hava teir tríggir nú loyst við eini stórari og effektivari skiljimaskinu í hølunum, teir leiga á Toftum.
Brislingurin skal skiljast í fleiri støddir. Hetta er smáur fiskur, har kanska einir 80-100 fara til hvørt kilo – alt eftir, hvussu stórur fiskurin er.
Sild ella brislingur
Sum skilst á monnum, sum hava veitt brisling og sild á Skálafjørðinum og Sundalagnum gjøgnum fleiri ár, er tað so, at tá nógv sild stendur inni á fjørðinum, fæst eingin brislingur. Nú eru menn spentir eftir at vita, hvussu henda vertíðin verður og higartil, nú Veðranes longu hevur fingið fyrstu lastina, eru útlitini góð.
Teir plaga at siga, at brislingurin plagar at taka seg upp um mánaðarskiftið oktober/ november.
Ingvar Joensen vísir á, at menn, sum veiða brisling, halda, at stovnurin í føroyskum sjógvi er ein stovnur fyri seg – soleiðis at skilja, at tá nógv sild eitt nú er á Skálafjørðinum, er hugsandi, at brislingurin bara stendur onkra aðrastaðni, og kortini er her um okkara leiðir.
- Eg havi skilt, at eitt miðalár veiða hesir bátar eini 1000 tons av brislingi, men nú vit eru farnir at keypa, og bátarnir ikki nýtast at tillaga seg eftir øðrum landingum, er ikki óhugsandi, at nøgdin kann gerast uppaftur størri.
Hann vísir soleiðis á, at Bakkafossur í fjør gjørdi stórar dagar á Funningsfirði, har teir fingu eini 70 tons eftir tveimum døgum.
- Jú, vit eru ógvuliga spentir, og vit halda, at hetta er nakað, sum eigur at bera til. Vit halda okkum vera rímiliga væl fyrireikaðar, og so verður tað upp til okkum at prógva, um vit megna at fáa fíggjarligan rakstur í hesa vinnu, sigur Ingvar Joensen.
Stjórin sigur, at tá teir á kanningarferðini vitjaðu í ymiskum londum, sóu teir brisling allastaðni – eisini í landi, har fiskur ikki er so vanligur.
- Niðursjóðaður brislingur er eisini at finna í flest øllum matvøruhandlum. So, vit síggja avgjørt hetta tilfeingi sum ein møguleika, ið vit nú vilja royna, sigur Ingvar Joensen, stjóri í Sp/f Bavila.











