Tann 43 ára gamli eysturríkarin Felix Baumgartner noyddist seinnapartin at útseta royndina at seta nýtt heimsmet í fríum falli, tí tað var ov nógvur vindur uppi yvir amerikanska statinum New Mexico, har hann skal gera royndina.
Fyribils er royndin útsett til í fyrsta lagi kl. 18.30 okkara tíð. Gongst sum ætlað, fer Baumgartner tá upp við einari ballón, og tríggjar tímar seinni skal hann so leypa út í rúmdina við fullari ferð ímóti jørðini. Útrokningarnar vísa, at aftan á 30 sekund fer Baumgartner at raka ljóðmúrin, tí tá verður ferðin um 1.100 kilometrar um tíman.
Í trygdarbúnanum hjá Felix Baumgartner eru tríggir fallskíggjar, sum skulu tryggja, at hann kemur stillisliga niður slætt.