Minst fýra fólk eru deyð, eftir at ein bátur sakk norðan fyri Ilulissat. Hesum boðar Sermitsiaq AG frá í dag.
Løgreglan í Ilulissat fekk í gjárkvøldið klokkan 20:21 eina fráboðan frá Aasiaat Radio, um at teir høvdu hoyrt eitt Mayday-signal frá einum ókendum báti. Fólk umborð boðaðu frá, at báturin var um at søkka nærindis Appat, norðan fyri Ilulissat. Løgregla, tyrla, skip og bátar leitaðu alla náttina, uttan at finna nakran bát.
Í morgun vórðu fýra fólk funnin við strondina skamt frá Appat.
- Vit kunnu enn einki siga um, hvørt talan er um heimahoyrandi ella útlendingar, sigur varaløgregluovasti Morten Nielsen við Sermitsiaq AG.









