– Tað nyttar lítið hjá okkum at seta ein mann afturat umborð á Ternuna, tá ið vit ikki fáa siglt við fleiri ferðafólkum kortini.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Seinastu dagarnar hevur Strandferðslan verið fyri hvøssum atfinningum fyri siglingina við Ternuni ímillum Nólsoy og Havnina. Bæði nólsoyingar sjálvir, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hava átalað Strandferðsluna, tí um støðan er nú, eru fimm mans við Ternuni og tískil kann hon bara føra 94 ferðafólk. Avleiðingin er, at tað kemur ofta fyri, at fólk standa eftir, og sleppa ikki við.
Men verður manningatalið økt við einum manni, so at seks mans sigla við, kann Ternan sigla við næstan 300 ferðafólkum.
Men Hilmar Eliasen sigur, at so einføld er søgan ikki. Samstundis undrast hann á, at hesar seinastu tveir dagarnar er borgarstjórin í Havn komin við tveimum áheitanum, sum ganga beint ímóti hvørjum øðrum.
Í fyrradagin heitti hon á ferðafólk við Bussleiðini um at vísa hógv og at hugsa um tey, sum búðu á Velbastað. Hon sipar til, at fyri at tálma vandan fyri, at korona fer at breiða seg, er bara pláss fyri 15 ferðafólkum í býbussunum, men tað er so nógv fremmant fólk við, at tað er ikki pláss fyri teimum á Velbastað.
Men í gjár heitir hon í roynd og veru á Strandferðsluni um at sleppa teymunum leysum og at seta almennu tilmælini um korona til viks fyri at fáa pláss fyri fleiri ferðafólkum við Ternuni. Annika Olsen vil nevniliga hava Strandferðsluna at seta ein mann afturat umborð á Ternuna, so hon kann sigla við 294 ferðafólkum, tí tað, sum nú fer fram, kann Strandferðslan »ikki bjóða fólki«, sum hon tekur til.
Men Hilmar Eliasen sigur, at Strandferðslan tekur akkurát við skipunum, sum Tórshavnar Býráð ger við búbussunum.
– Eins og Tórshavnar býráð avmarkar talið á ferðafólkum í bussunum fyri at halda tilmælið um korona, avmarka vit eisini ferðafólkatalið við skipunum fyri at halda tilmælini um korona, sigur hann.
Og hann sigur, at skal Ternan føra upp til 300 fólk á hvørjum túri, er tað ómøguligt at halda tey tilmælini.
– Hvussu kunnu tilmælini haldast, tá ið so nógv fólk fara at trokast saman á Bursatanga í Havn, ella á keiini í Nólsoy fyri at sleppa umborð á Ternuna, fyri síðani at trokast upp í gjøgnum smalar leytarar, spyr hann. Hann tekur eisini tað við, at nógv ferðafólk sita ikki niðri á ferðini, men ganga runt og taka myndir.
– Vit hava eisini sjálva manningina á Ternuni at hugsa um, tí fær ein av teimum korona, verður øll manningin sett í sóttarhald, og so siglur Ternan ikki yvirhøvur, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið Strandferðslan soleiðis lagar seg eftir umstøðunum og avmarkar talið á ferðafólki, er tað eisini ein roynd at tryggja, at vit hava eitt ferðasamband yvirhøvur, tí legst manningin sjúk, verður ferðasambandið kvett heilt.
Annars ásannar hann, at verður ein maður settur umborð á Ternuna afturat, kann hon føra næstan 300 fólk, og tað plaga tey eisini at gera hesa tíðina.
– Tað er bara eingin nytta í at seta ein mann umborð afturat í hesum døgum, tá ið vit ikki fáa siglt við fleiri ferðafólkum kortini, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Hann sigur tó, at batar eru á veg. Strandferðslan hevur nevniliga fastar mannagongdir fyri viðlíkahaldi umborð, sum verður gjørt ímillum túrarnar. Tær mannagongdirnar verða nú broyttar so at nakað av viðlíkahaldi verður lagt til viks og tað merkir, ternan kann sigla nakrar eykatúrar, tá ið tørvur er á tí.
– Men tað er greitt, at øll ferðafólk kunnu ikki sleppa við á sama túri. Tað er neyðugt at ferðafólk ferðast ymsar túrar, og tað eru eisini fleiri túrar, har Ternan siglur hálvtóm, sigur Hilmar Eliasen.