Tað er ilt at siga, hvussu nógv fólk plaga at vera til Bátafestival á Toftum, men her plaga at koma nøkur túsund fólk til bygdar. Kristian Poulsen, sum er í nevndini í Bátafelagnum, sigur, at á seinasta festivali høvdu tey 800 búffar, og hesir vórðu allir seldir.
- Í ár hava vit bílagt 1000 búffar, sum er fyrstafloks neytakjøt, og vit vænta at selja allar. Alberg Gaardlykke, sum plagar at standa fyri grillingini, verður ikki heima hesaferð, men hann hevur undanfarin ár havt nakrar aftrat sær, sum saktans megna uppgávuna.
Kristian Poulsen sigur, at tey vænta nógv fólk til festivalin hesaferð.
- Alt teknar seg væl, og vit hava longu nú fingið nógvar tilmeldingar, bæði av bátum og kampingvognum. Í Oyrahavnini er ikki óavmarkað við plássi, og tað er kampingplássið heldur ikki, tó at umstøðurnar í báðum førum eru góðar – við teimum fasilitetum, sum hoyra slíkum tiltøkum til.
Millum nøvnini, sum fara at framføra í tjaldinum seinnapartin leygardagin og tíðliga leygarkvøldið, verður bygdamaðurin, Kári Fossdalsá, sum endaði á øðrum plássi í X-Factor, og Kristian Poulsen væntar, at nógv fólk fara at vitja tjaldið til forvitnisligu tónleikaframførslurnar, har fleiri kend nøvn fara á pall.
- Jú, vit bæði vóna og vænta, at tað verður pakkað við fólki til Bátafestivalin á Toftum, um vit hava veðurgudarnar við okkum, sum vit sjálvandi vænta leygardagin. Nes kommuna er ein góður viðleikari, og vit takka kommununi fyri góðan stuðul og hjálpsemi í arbeiðnum at fyrireika stóra tiltakið.
Tað eru mong sjálvboðin, sum rætta eina hjálpandi hond, tá bátafestivalur er á Toftum.
- Vit standa øll saman um at reisa á føtur eitt so gott og hugnaligt tiltak, sum vit yvirhøvur megna, og vit bæði vænta og vóna, at undirtøkan hesaferð verður størri enn nakrantíð, sigur Kristian Poulsen.
Eins og undanfarin ár, hava tey eisini í ár eitt øki á havnalagnum til kampingvognar og kampingbilar, og her er pláss fyri umleið 25 vognum. Her er seinasta freist at bíleggja pláss hósdagin hin 5. mai klokkan 20.
##med2##