Byin.fo fyllir eitt ár leygardagin, og í tí sambandi verður serligt burturúr. Í Eclipse kemur ein forvitnisligur føðingardagsgestur á vitjan. Talan er um svenska Basshunter, ið gjørdist heimskendur við sanginum um Boten Anna. Basshunter fer at spæla nøkur av sínum løgum og annars hugna sær í dansistaðnum.
Basshunter er ein blaðungur svii, sum í veruleikanum eitur Jonas Altberg. Han byrjaði at gera tónleik í 1999 við telduforritinum Fruityloops, og síðani hevur áhugin bara vaksið. Hann byrjaði at arbeiða sum plátuvendari, og í apríl í 2006 fekk hann sín fyrsta veruliga sáttmála við Warner Music.
Meira kann hoyrast og lesast um Basshunter á www.myspace.com/basshunterdanceella www.basshunter.se.










