Bartal: Hava høgt støðið tá vit spæla okkara spæl

(Rás2) Hoyr veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen seta orð á 3-0 sigurin á Fleyr í Gundadalshøllini

- Vit hava eitt høgt støðið, tá vit spæla okkara spæl. Orðini eigur ÍF-veteranurin, Bartal Eliasen aftaná ÍF í Gundadalshøllini vann 3-0 á Fleyr í meistaradeildini hjá monnum. Settmunurin var 18-25, 19-25 og 18-25.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Bartal Eliasen aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF á Fleyr.

 

Bartal Eliasen leggur dent á, at tað hevur týdning, at nakrir av teimum yngru liðfeløgunum fáa fleiri royndir í skógvarnar, og hann heldur, at ÍF er væl í gongd við ta menningina.

 

Í ÍF taka teir ein dyst í senn, og taka tingini sum tey koma.